30 ár síðani flogvanlukkuna í Selvík: – Eg gloymi ongantíð tann dagin

30 ár síðani flogvanlukkuna í Selvík: – Eg gloymi ongantíð tann dagin
Flogvanlukkan í Selvík 3. august 1996 kostaði níggju mannalív og setti djúp spor. Nú, 30 ár seinni, minnast fleiri aftur á hendingina
Mynd: Danska verjan  
 
03.08.2026 - 17:07

- Eg var júst í holt við at gjalda við kassan, tá telefonin hjá kassadamuni ringdi. Eg sá beinanvegin á henni, at okkurt álvarsamt var hent. Hon fór at gráta, og har kom eitt skríggj frá henni, sum situr fast í minninum. Eg gloymi tað ongantíð.

Soleiðis minnist Holgar Jacobsen úr Sørvági aftur á løtuna, tá ein avvarðandi fekk boðini, at ein flogvanlukka var hend, og at eingin var komin livandi frá vanlukkuni.

Í dag eru tretivu ár eru liðin síðan flogvanlukkuna í Selvík, men løtan stendur framvegis krystallklár í minninum hjá honum.

Níggju fólk lótu lív
Tann 3. august 1996 var danska hernaðarflogfarið Gulfstream III F-330 á veg til Vágar við verjuleiðaranum, Hans Jørgen Garde, og fylgi hansara, sum skuldi á almenna vitjan í Føroyum. Men flogfarið náddi ongantíð á flogvøllin. Undir innflúgvingini gjøgnum Sørvágsfjørð stoytti tað inn í fjallalendið við Selvík. Øll níggju fólkini umborð lótu lív - fýra av manningini og fimm ferðafólk. Millum tey deyðu var føroyski annarstýrimaðurin, Djóni Askham.

Vanlukkan er framvegis tann størsta einstaka flogvanlukkan í søguni hjá donsku verjuni.

Hóast talan var um eitt danskt hernaðarflogfar, fekk vanlukkan stóra ávirkan í Føroyum. Føroysk hjálparfólk, politiið, heilsustarvsfólk, sløkkiliðsfólk og fjølmiðlafólk vóru skjót á staðið, og hendingin hevur sett djúp spor hjá mongum.

( Hoyr eisini sendingina, sum Kringvarpið gjørdi í 2018 um flogvanlukkuna í 1996 - Flogvanlukkan í Selvík )

vanlukkustadid_-_admiral_garde_-_karrieren_katastrofen_og_konsekvenserne.jpg

Title text: 
Úr bókini Admiral Garde – karrieren, katastrofen og konsekvenserne

Stórt roykskýggj yvir Selvík
Tá Holgar Jacobsen sá kassadamuna í FK í Miðvági fáa deyðsboðini, skundaði hann sær heim til Sørvágs.

Á vegnum heim sá hann eitt stórt roykskýggj reisa seg yvir Selvík.

- Tað var ein ræðulig sjón, minnist hann.

Tá hann seinni frætti, at talan var um danska hernaðarflogfarið, skilti hann, hvat telefonsamrøðan í handlinum hevði snúð seg um.

Vóru fyrireikað til bjarging - men eingin yvirlivdi
Veðrið var ringt hendan dagin. Lágt skýloft, ælaveður og harður vindur gjørdu innflúgvingina trupla, og seinni staðfesti skaðanevndin, at manningin hevði mett veðurviðurskiftini skeivt.

Fyrstu bjargingarfólkini fóru á staðið í vón um at finna yvirlivandi. Men tá tey komu fram, stóð teimum greitt, at eingin hevði yvirlivað hendingina. Arbeiðið broyttist tí frá bjargingararbeiði til at tryggja vanlukkustaðið.

Lukturin av bensinroyki situr framvegis djúpt í sinninum
Ronnie Thomassen var millum tey, sum komu á vanlukkustaðið stutt eftir hendingina. Hann starvaðist tá hjá Sjónvarpi Føroya sum hjálparfólk og var við einum sjónvarpsfylgi, sum fór vestur at gera innslag um vanlukkuna.

Tá tey fóru úr Havn, vistu tey bara, at eitt hernaðarflogfar var dottið niður. Á veg vestur frættu tey, at talan var um eitt Gulfstream-flogfar, men tað var framvegis ógreitt, hvør var umborð.

- Tað var ein máttleys kensla at síggja eld og roykin og samstundis ikki vita, hvat var hent, sigur Ronnie Thomassen.

Hann og restin av sjónvarpsliðnum vórðu flutt út á vanlukkustaðið við báti.

- Tað, eg minnist best, er lukturin av flúgvarabensini. Hann situr framvegis í minninum.

Hóast umstøðurnar vóru sera truplar, upplivdi hann, at arbeiðið varð gjørt við stórari virðing fyri teimum deyðu og tey avvarðandi.

Vanlukkan elvdi til kjak um fjølmiðlasið
Vanlukkan elvdi eisini til eitt kjak um føroyskan fjølmiðlaetikk.

Millum annað vórðu atfinningar bornar fram, at myndir av einum pari av damuskóm vórðu brúktar í tíðindaflutninginum. Seinni kom fram, at skógvarnir høvdu verið hjá einasta kvinnuliga ferðafólkinum.

- Fleiri upplýsingar komu fram seinni, og tí vóru summar avgerðir tiknar uttan alla vitanina, sum vit hava í dag, sigur Ronnie Thomassen.

Vanlukkan varð eisini byrjanin til størri tilvit um arbeiðshættir hjá fjølmiðlum í sambandi við vanlukkur. Longu árið eftir vórðu skeið skipað um vanlukkutíðindaflutning og etiskar mannagongdir.

- Eg veit ikki, hvussu tað hevði verið gjørt í dag. Samfelagið er nógv broytt. Men eitt orð lýsir mína uppliving: Virðing. Virðing fyri teimum, sum lótu lív, og teimum avvarðandi.

Sorgin hvørvur ongantíð
Hjá teimum avvarðandi livir minnið framvegis.

Hilda Kjølbro, sum í 1996 var unnusta hjá Djóna Askham, lýsir vanlukkuna sum eitt ræðuligt sjokk, ið broytti lívið.

Hon minnist Djóna sum ein lívsglaðan og evnaríkan ungan mann, sum doyði alt ov ungur.

Í dag eru 30 ár liðin síðani flogvanlukkuna í Selvík. Í Sørvági verður minningarhald fyri teimum níggju, sum lótu lív.

Í dag hevur gudstænasta verið í Sørvági, umframt at eitt minningarhald hevur verið við minnisvarðan, sum varð reistur við Sørvágsfjørð í sambandi við 25 ára dagin fyri fimm árum síðani.

Ronnie Thomassen sigur, at hann minnist dagin við sorg, men eisini við stórari virðing fyri teimum mongu hjálparfólkunum, heilsustarvsfólkunum, løgregluni, sløkkiliðnum og øllum hinum, sum vóru fyrst á staðnum.

- Tað er tað, eg taki við mær frá hesum degnum. Virðing.

( Hoyr eisini sendingina, sum Kringvarpið gjørdi í 2018 um flogvanlukkuna í 1996 - Flogvanlukkan í Selvík )

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425