Metár hjá fiskimonnum í Noregi

Metár hjá fiskimonnum í Noregi
Norskir fiskimenn hava ongantíð áður forvunnið so nógv sum í ár. 2105 verður eitt metár í inntøku hjá norskum fiskimonnum
2015 verður metár hjá fiskimonnum í Noregi, sum ongantíð áður hava forvunnið so nógv sum teir gera í ár, vísir ein uppgerð hjá Norges Råfisklag
 
23.12.2015 - 18:47

Til 21. desember var fiskur fyri eitt virði uppá 9,53 milliardir kr. landaður í Norðurnoreg. Í fjør var eisini metár, tá fiskur fyri 7,9 milliardir kr. varð avreiddur.

So talan er um at metið frá í fjør verður sligið við meir enn hálvariaðrari milliard krónur, skrivar norska blaðið, Dagens Næringsliv.

Longu seinast í november varð greitt, at 2015 gjørdist besta árið nakrantíð til fiskiskap, tí tá varð útflutt fyri 67,3 milliardir kr. av fiskavørum.

Fleiri orsøkir til vøksturin

Eisini í øðrum pørtum av Noreg verður sagt frá munandi framgongd í fiskivinnuni. Orsøkn til góða árið eru stórar kvotur, fleiri marknaðir og at norska krónan er lág.

Síðani í 2013 hevur norska toskakvotan í Barentshavinum verið so stór sum ongantíð fyrr. Samstundis hava prísirnir verið góðir, og tá norska krónan samstundis er lág, gongur væl at selja fiskavørurnar.

Gongdin hevur við sær, at norsku fiskimenninir í ár tjena so nógv sum sjálvdan fyrr, og gongdin tykist at halda fram, skrivar blaðið, Dagens Næringsliv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327