Oljan eisini bílig í nýgga árinum

Oljan eisini bílig í nýgga árinum
Atlantic Petroleum kláraði ikki at rinda Eik banka avdráttin í desember
Oljan er framvegis bílig, nú vit eru komin í 2016.
 
01.01.2016 - 15:23

Líkt er til, at lági oljuprísurin fer at halda sær langt inn í 2016, og at oljuprísurin ikki hevur verið so lágur síðani í 2004.

Bæði amerikanska skiferoljan og oljan úr Norðsjónum hava seinastu tíðina verið seldar fyri sama prís, góðar 37 dollarar fyri tunnuna.

Og nú olja, sum skal latast í februar, verður seld, er gongdin tann sama. Prísurin er millum 37 og 38 dollarar, 255 kr., fyri tunnuna.

Atlantic Petroleum

Lági oljuprísurin er farin sera illa við Atlantic Petroleum.

EIk banki skal ikki vænta at fáa allar pengarnar aftur, sum bankin hevur lænt Atlantic Petroleum. 

Tað boðaði oljufelagið keypsskálanum í Oslo frá mikukvøldið.  

Atlantic Petroleum hevur lænt 58 milliónir  krónur frá Eik.

19,5 milliónir skuldu fella til gjaldingar í desember í fjør, og tað er hesin avdrátturin, sum oljufelagið ikki megnaði at rinda. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650