100.000 fólk í Sri Lanka byrja nýggja tilveru

100.000 fólk í Sri Lanka byrja nýggja tilveru
Seks ár eftir at borgarakríggið endaði, búgva fólkini framvegis í legum, og tíðin er komin at veita teimum betri sømdir, sigur Sirisena, forseti
 
03.01.2016 - 16:52

Seks ár eftir at borgarakríggið í Sri Lanka endaði, hevur forsetin boðað frá, at 100.000 fólk sum framvegis búgva í legum, skulu fáa ein jarðarteig. Tað skal gerast áðrenn seks mánaðir eru farnir, sigur Sirisena, forseti.

- Eg veit at talan er um eitt stórt mál at seta sær, men eg ætli at fullføra tað, so fólk sum einki hava, kunnu byrja eina nýggja tilveru, sigur hann.

Borgarakríggið í Sri Lanka, ímillum tamilsku tikararnar og stjórnarherin byrjaði í 1983, og endaði ikki fyrr enn stjórnarherurin vann stríðið í 2009.

Í eini frágreiðing, sum ST almannakunngjørdi í fjør, framdu báðir partar í stríðnum kríksbrotsverk, og ST hevur heitt á myndugleikarnar í Sri Lanka um at fáa sett ein serligan dómstól, við altjóða dókarum, sum skulu avhoyra fólk sum eru undir illgruna fyri kríksbrotsverk.

Serliga ógvuslig vóru kríksbrotsverkini ta seinastu tíðina av borgarakrígnum, sigur ST.

Tamilarnir eru umleið 15 prosent av fólkinum í Sri Lanka, meðan singalesarar eru 75 prosent. Tamilar eru í meiriluta á norðara partinum av oynni.

Í 1972 kravdu tamilarnir sjálvstýri, og tá tað ikki bar til, var felagskapurin, LTTE, stovnaður í 1976. Stríðið harðnaði til 1983, tá veruligt borgarakríggj brast á. Kríggið kravdi umleið 100.000 mannalív.

Í 2002 varð ein vápnahvíld fingin í lag, sum Noreg slóðaði fyri, men longu árið eftir boðaðu tamilsku tikararnir frá, at vápnahvíldin ikki var galdandi longur.

Í 2008 boðaði stjórnin frá tí sama, og setti sær fyri at gera enda á borgarakrígnum. Tað hevði ógvusligt kríggj við sær til í mai í 2009, tá tamilsku tikararnir máttu leggja vápnini. Stríðið seinasta árið kostaði minst 40.000 mannalív, upplýsir ST.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Fríggjadag 26. desember
Guðstænasta úr Rituvíkar kirkju
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862