Islamiskur Statur váttar: »Jihadi John« er deyður

Islamiskur Statur váttar: »Jihadi John« er deyður
Felagsskapurin ISIL sigur, at høvuðsbøðilin hjá teimum, bretski ríkisborgarin, Jihadi John, læt lív í loftálopi í Sýria í november í fjør
Jihadi John, ið skar fleiri bretskar, amerikanskar og japanskar gíslar á háls, doyði í einum loftálopi í Sýria í november, váttar felagsskapurin ISIL
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
20.01.2016 - 08:59

Tað skrivar AFP-tíðindastovan. Miðskeiðis í november í fjør kom fram, at amerikanarar møguliga høvdu dripið Jihad John í einum dronuálopi í sýriska býnum, Raqqa, har ISIL hevur høvuðsstøð.

Tað er tó nústani, at ISIL-felagsskapurin sjálvur váttar, at bøðilin hevur latið lív. Jihadi John hevur við knívi skorið fleiri bretskar, amerikanskar og japanskar gíslar í Sýria á háls.

Avrættingarnar vórðu tiknar upp á sjónband og lagdar á internetið. Veruliga navnið hjá Jihadi John var Mohammed Emwazi.

SÍ EISINI Navn sett á hann: »Jihadi John« avdúkaður

Allur heimurin lærdi hann at kenna undir navninum Jihadi John, sum avrættaði gíslar hjá Islamskum Stati á sjónbandi.

Mohammed Emwazi varð føddur fyri 27 árum síðani í Kuveit og flutti við familju síni til Vesturlondon, tá hann var seks ára gamal.

Sambært rættarskjølum var Jihandi John knýttur at víðgongda netverkinum, The London Boys, sum al-Sha-baab vandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mikudag 29. juli
Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju
211370
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373