Nú byrjar arbeiðið at menna sjúkrahúsini

Nú byrjar arbeiðið at menna sjúkrahúsini
Tey, sum skulu gera menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið, hava sín fyrsta fund í dag. Arbeiðið skal vera liðugt í apríl, ætlar landsstýriskvinnan
Arbeiðsbólkurin, ið skal gera menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið, hevur sín fyrsta fund í dag. Orðaskifti skal verða í Løgtinginum um menningarætlanina áðrenn tingið fer í summarfrí, sigur landsstýriskvinnan
 
04.02.2016 - 08:06

Á fundinum fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, at greiða frá arbeiðssetninginum, og hví menningarætlanin skal gerast nú.

Á fyrsta fundinum verður eisini avdúkað, hvør verður við í arbeiðinum at gera menningarætlanina fyri tey trý sjúkrahúsini í landinum.

Stutt eftir, at landsstýrið varð skipað í heyst, fekk Sirið Stenberg undirtøku í landsstýrinum fyri at arbeiða víðari við málinum.

SÍ EISINI Øll trý sjúkrahúsini skulu varðveitast

Tá segði hon, at ætlanin er at seta ikki færri enn tríggjar bólkar at koma við uppskoti um, hvussu sjúkrahúsini skulu mennast.

Millum annað skulu starvsfólk á sjúkrahúsunum í ein verkætlanarbólk, og harafturat skulu setast ein stýrisbólkur og ein politiskur fylgibólkur.

Tá hon hevði fingið undirtøku í landsstýrinum í heyst at arbeiða víðari við málinum, segði Sirið Stenberg, at menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið hevur skund.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221