35.900 vitjanir á tidarit.fo í eitt ár

35.900 vitjanir á tidarit.fo í eitt ár
Fólk hava tikið væl undir við tænastuni, føroyska Blaðsavnið á netinum, tidarrit.fo, verður sagt av Landsbókasavninum
Bløðini á netinum eru væl vitjað
Mynd: www.sandportal.fo  
 
27.02.2016 - 15:20

Á Landsbókasavninum eru tey fegin, tí umleið fjórði hvør føroyingur hevur vitjað føroyska Blaðsavnið á netinum, tidarrit.fo, síðan tað læt upp fyri almenninginum á móðurmálsdegnum 25. mars í fjør.

Nú talt er upp, vísir tað seg, at 12.773 føroyingar hava vitjað Blaðsavnið í 2015, og teir hava vitjað savnið millum tvær og tríggjar ferðir hvør. Tilsamans hava tí verið næstan 35.900 vitjanir, sum hava vart meir enn 5 minuttir. Hvør brúkari hevur í miðal hugt eftir 37 blaðsíðum.

Blaðsavnið, tidarrit.fo, er latið upp næstan tvær milliónir ferðir, og hetta eru sera høg vitjanartøl. 

Av bløðunum, sum hava flest beinleiðis síðuvísingar frá forsíðuni, er raðfylgjan: Dimmalætting 129.056, 14. september 53.494, Dagblaðið 48.470, Sosialurin 28.422, Alt um ítrótt 10.837, Tingakrossur 10.541 og Dúgvan 10.246. Hini 34 bløðini og ritini í Blaðsavninum hava eisini verið lutfalsliga nógv brúkt. Tað eru sum er umleið ein hálv millión síður í Blaðsavninum. 

Í Blaðsavninum eru flestu føroysku bløðini, frá tí at Færingetidende komu út í 1852 og øll árini fram til 1999.

Ein grund til góðu undirtøkuna er helst, at føroyska Blaðsavnið er serligt, tí tað er ikki nógvastaðni, at tað ber til at lesa so nógv eldri blaðtilfar á netinum, sum júst í Føroyum. Nú er hetta fyrsta árið, Blaðsavnið hevur verið atkomuligt á netinum, so kanska eru fólk eitt sindur forvitin, men vit skulu ikki gloyma, at Føroyar eru eitt lítið samfelag, har øll kenna øll, og at næstan øll onkuntíð eru nevnd í bløðunum, til dømis í sambandi við serligar hendingar ella merkisdagar. Blaðsavnið er eisini sera hent amboð hjá teimum sum granska, skriva ella undirvísa.

Meira tilfar í Blaðsavnið.
Arbeitt verður í løtuni við at gera Løgtingstíðindi og Skúlablaðið klár at leggja út. Og áhugin at talgilda enn fleiri føroyskar útgávur, til dømis tíðarrit, handrit og bøkur, og leggja hetta tilfarið á netið, er stórur. Vit eru frammarlaga á hesum øki, og tí er tað gott at vita, at hetta er eitt tiltak, sum fær so góða undirtøku.

Tidarrit.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193457
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379