Løggildu virkini stúra

Løggildu virkini stúra
Virkini, sum hava brúkt nógvar pengar til at fáa løggilding at gera matvørur til føroyska marknaðin, stúra illa fyri ætlaðum broytingum
Løggildu virkini stúra, nú ætlanin er at gera treytirnar lagaligari, so eisini onnur enn tey trý løggildu virkini, kunnu selja matvørur úr seyði og neytum
 
02.03.2016 - 15:52

Løggildu virkini stúra, nú ætlanin er at gera treytirnar lagaligari, so eisini onnur enn tey trý løggildu virkini, kunnu selja matvørur úr seyði og neytum.

Føroya arbeiðsgevarafelag hevur svarað Fólkaflokkinum, sum, eins og Vinnumálaráðið, hevur uppskot um broytingar í matvørulógini.

SÍ EISINI Bæði fyrimunir og vansar í broytingaruppskoti

Felagið sigur, at tær tríggjar fyritøkurnar, sum sambært matvørulógini frá 2010 hava brúkt nógvar pengar til at fáa løggilding til at gera matvørur, serliga úr seyði, stúra fyri framtíðini, verður matvørulógin nú liberaliserað.

Hesar fyritøkur óttast broytingarnar í matvørulógini og vænta, at møguleiki teirra at kappast minkar stórliga.

Ferðavinnan fegnast

Ferðavinnan er fegin um ætlaðu broytingarnar í matvørulógini, men hevur tó nógv fyrivarni.

Um minsta ivamál verður um sporføri á eini vøru, sum er gjørd heima við hús, verður torført at staðfesta ábyrgd.

Stórur vandi verður tá fyri, at trupulleikin endar hjá matstovuni, sum kann blíva stevnd eftir endurgjaldi. Ein annar spuringur er tá, um til ber at keypa trygging móti matvørum, sum ikki eru løggildar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308