Halda fram at bumba í Sýria

Halda fram at bumba í Sýria
Hóast Russland er farið at taka flogfør og herfólk aftur úr Sýria, fara russar framvegis at bumba yvirgangsmál í krígsherjaða landinum
Russisk flogfør fara framvegis at søkja at støðum hjá yvirgangsmonnum í Sýria, hóast Russland er farið at taka hernaðarútgerð aftur úr landinum, sigur russiskur embætismaður
Mynd: AP  
 
15.03.2016 - 16:28

- Úrslit eru rokkin, og nú er ein veruligur møguleiki fyri at fáa enda á krígnum, sigur russiski varaverjumálaráðharrin, Nikolai Pankov, fyri tíðindastovuni Tass.

Hinvegin er ov tíðliga at siga, um vunnið er á yvirganginum, heldur Pankov. Russisk flogfør fara framvegis at fremja álop á støðir hjá yvirgangsmonnum, sigur hann.

SÍ EISINI Russland riggar av í Sýria

Pankov minnir á, at vápnahvíldin, sum kom í gildi 27. februar, og sum bæði USA og Russland tóku undir við, umfatar ikki Islamskan Stat ella Nusra-fylkingina, sum er partur av al-Qaeda.

Í gjár boðaði Vladimir Putin, forseti, frá, at ein stórur partur av russisku deildunum í Sýria verður tikin aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375