- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyriskipari: 9 treylarar við útgerð til landið til Summarfestivalin

Summarfestivalurin er við at taka skap, nú tað stundar til stóra árliga tónleikatiltakið í Klaksvík, ið byrjar hósdagin.
Stóra tjaldið er uppkomið, og alt tað praktiska er við at koma upp á pláss, segði Erik Biskupstø, fyriskipari, longu fríggjadagin í sendingini Summarmorgun.
Nakað, ið er verður øðrvísi í ár er, at nógv meira útgerð verður flutt til landið í sambandi við festivalin.
"Vit plaga at flyta tríggjar treylarar við útgerð til landið í sambandi við stóra pallin á Vágsbøi, og tað er so karmurin um framførslurnar har," greiddi Erik Biskupstø frá.
Myndir: Summarfestivalurin á Facebook
Níggju treylarar til landið
Men vanligi útbúnaðurin til Summarfestivalin strekkir ikki til í ár.
"Donsku høvuðsnøvnini, Andreas Odbjerg og Rasmus Seebach, vilja gjarna bjóða føroyingum somu konsertframleiðslu, sum teir hava ferðast runt í Danmark við í summar, og tískil kemur nógv meira útgerð til landið í sambandi við Summarfestivalin enn nakrantíð áður," segði Erik Biskupstø, fyriskipari.
"Rasmus Seebach kemur við trimum treylarum, og Andreas Odbjerg kemur við trimum, so tað koma níggja treylarar við útgerð til landið í sambandi við Summarfestivalin.
Pallurin á Torginum fluttur
Nakað annað, ið verður øðrvísi í ár er, at minsti pallurin, sum liggur á Torginum, verður fluttur eitt sindur, so hann nú fer at standa millum Betri Banka og Ítróttarhandilin InterSport.
"Hann hevur staðið eitt sindur trongt, og har hevur verið ein standmynd, ið hevur givið nakrar blindvinklar," segði Erik Biskupstø.
Annars er áhugin er sera stórur fyri Summarfestivalinum, sum fer at líkjast sær sjálvum.
Hoyr samrøðuna, ið Eyðfinn Jensen gjørdi við Erik Biskupstø í Summarmorgni fríggjadagin:































