Mæla frá at bygt verður út

Mæla frá at bygt verður út
Býarskipanarnevndin hjá landinum mælir frá, at Tórshavnar Kommuna sleppur at byggja havnarlagið út eftir teimum ætlanum, sum nú eru gjørdar
Tórshavnar Kommuna ætlar at útbyggja eystara havnaøkið við 124.000 fermetrum. Býarskipanarnevndin mælir frá at broyta byggisamtyktina fyri økið
 
17.03.2016 - 14:10

Tórshavnar Kommuna ætlar at útbyggja eystara havnarøki við 124.000 fermetrum. Men Býarskipanarnevndin mælir frá at broyta byggisamtyktina fyri økið.

Upprunaliga skuldi útbyggingin vera nógv størri. Byggjast skuldi út fyri Skansanum, men tann parturin av ætlanini varð sleptur. Ístaðin ætlar kommunan at byggja út frá verandi havnarøki.

Skal hetta gerast, má byggisamtyktin fyri økið broytast, men tað sleppur kommunan ikki, um tað verður, sum býarskipanarnevndin hjá landinum mælir til.

Ov tætt uppá býin

Nevndin hevur viðgjørt málið og sigur í avgerð sínari, at hon samanumtikið metir, at tað ikki er góð planlegging at staðseta eina stóra góðs- og bingjuhavn beint útfyri miðbýin i Havn.

Býarskipanarnevndin heldur, at havnin hevði ligið betri aðrastaðni í kommununi, helst burtur frá bygdum øki, har ferðsluviðurskiftini eru betri, og har tað slepst undan ampa av ferðslu, óljóði og øðrum.

Nevndin heldur eisini, at útbyggingarmøguleikarnir aftaná ætlaðu útbyggingina eru avmarkaðir. Kommunan kann tí koma í ta støðu, at Tórshavnar Havn ikki fer at nøkta tørvin í framtíðini, hóast hon verður útbygd nú.

Aðrar loysnir kannast

Býarskipanarnevndin mælir frá, at uppskotið um at broyta byggisamtykina fyri havnarøkið verður góðkent. Nevndin heldur, at kommunan átti at kannað aðrar staðsetingar í kommununi.

Tórshavnar Kommuna kann senda Heilsu og Innlendismálaráðnum svarskriv til niðurstøðuna hjá Býarskipanarnevndini hjá landinum. Freistin hjá kommununi at svara er 1. apríl.

Býarskipanarnevndin hjá landinum er bert ráðgevandi. Endaligu avgerðina, um Tórshavnar Kommuna sleppur at broyta byggisamtyktina, tekur landsstýriskvinnan í kommunumálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221