Belgiska løgreglan leitar eftir hesum manni

Belgiska løgreglan leitar eftir hesum manni
Belgiska løgreglan hevur sent út hesa myndina av manninum, sum er undir illgruna at hava luttikið í yvirgangsatsóknini í floghavnini í Bruxelles.
 
23.03.2016 - 08:16

Belgiska løgreglan leitar eftir einum manni, sum fylgdist við tveimum øðrum monnum í Zaventem-floghavnini í Brússel í gjáramorgunin.

Menninir, sum hann fylgdist við, verða hildnir at hava framt sjálvmorðsyvirgangsatsóknina í floghavnini, men maðurin, sum leitað verður eftir, slapp til rýmingar.

 

Gitt verður, at hann eisini var uppií, tí eitt óbrostið bumbubelti var funnið í floghavnini eftir atsóknina.

Myndir av manninum eru tiknar við einum vakmyndatóli í fráfaringarhøllini í floghavnini, har bumburnar brustu. Hann er í hvítu jakka, hatti og brillum. 

Hinir báðir, ið stóðu handan sjálvmorðsálopið í floghavnini í Brussel í gjár, eru, sambært belgisku sjónvarpsstøðini RTBF, brøður, ið áður høvdu staðið fyri skipaðum kriminaliteti, men teir eru ikki áður settur í samband við yvirgang.

Koyrdu hýruvogn til floghavnina

Nógv bendir á, at menninir, sum søktu at altjóða floghavnini i Brússel í gjár, komu til floghavnina í hýruvogni.

Sambært einari belgiskari sjónvarpsstøð setti ein hýruvognsførari seg alt fyri eitt í samband við løgregluna, tá hann frætti um bumbuspreingingarnar í Zaventem-floghavnini.

Bilførarin, sum koyrdi menninar, legði til merkis, at teir vildu sjálvir handfara kuffertini og vildu ikki hava bilføraran at hjálpa sær.

Borgarstjórin í Zaventem váttar fyri tíðindastovuni AFP, at menninir komu til floghavnina í einum hýrubogni. Hann sigur, at teir høvdu bumbur í viðførinum, sum teir settu á viðførisvognar.

Tær báðar fyrstu bumburnar brustu.

Triði maðurin hevði eisini eitt kuffert á viðførisvogninum, men hann er flýddur, tí bumban brast ikki, sigur borgarstjórin í Zaventem. 

Hevur gjørt húsarannsóknir

Belgiska løgreglan og antiyvirgangsdeildir hava gjørt húsarannsóknir ymsastaðni í Belgia.

Í forstaðnum Schaerbeek í ein landnyrðing úr Brússel hevur løgreglan funnið fløgg, sum Islamskur Statur nýtir, seymbumbur og eiturevni, upplýsir almenni ákærin í Belgia.

IS hevur átikið sær skyldina fyri atsóknirnar í Brússel í gjár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558