Leif Sørensen fekk norðurlendska herðaklappið

Leif Sørensen fekk norðurlendska herðaklappið
Norrøna Felagið í Føroyum heiðraði í dag Leif Sørensen, kokk, fyri at gera føroyska matin kendan í Norðurlondum
 
23.03.2016 - 12:18

Leif Sørensen, kokkur, varð í dag heiðraður við Norðurlendska Herðaklappinum. Tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum handar herðaklappið á Norðurlandadegnum.

- Tú fært heiðurin fyri at gera føroyska matin kendan í Norðurlondum og kring allan heimin, men eisini fyri at gera okkum sjálvi varug við tann góða smakk vit eiga í sjógvi, fjøru og haga, segði Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna Felagnum, tá gav Leif Sørensen herðaklappið. Umframt eitt blómutyssi fekk hann eisini ein flogferðaseðil.

Leif Sørensen er ein av undangongukokkunum handan tað, vit kalla The Nordic Cuisine. Í 2004 var hann saman við 11 øðrum norðurlendskum kokkum við til at orða manifestið um nýggjan norðurlendskan mat, sum hevur verið slóðbrótandi innan fínari matmentan kring allan heim hesi seinastu árini.

Herðaklappið varð handað á Norðurlandadegnum, sum er dagurin, tá Helsingfors-sáttmálin varð undirskrivaður.

Herðaklappið varð latið á fyrsta sinni í fjør til útvarpsvertin Ragnar A. Jacobsen fyri tónleikasendingina Norðurljóð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762