- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú gevst hon í politikki
Helle Thorning-Schmidt verður nú leiðari á høvuðsskrivstovuni hjá felagsskapinum "Barnabata" í London. Helle Thorning-Schmidt varð fyrstu ferð vald í Fólkatingið í februar í 2005.
Bara tveir mánaðir seinni varð hon vald til forkvinnu í sosialdemokratiska flokkinum, og í 2011 gjørdist hon fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Danmark.
Sorgblítt at gevast
Longu í 2014 gingu tíðindi um, at Thorning fór at taka við einum týdningarmiklum starvi uttanlands. Financial Times og BBC søgdu, at hon var eitt gott boð upp á at gerast forkvinna í ES-nevndini, ES-forseti ella uttanríkisleiðari í ES.
Í fjør heyst, tá Thorning hevði mist stjórnarvaldið eftir fólkatingsvalið 18. juni, var hon almenna danska valevni til starvið sum flóttafólkahákommisserur. Tað endaði kortini við, at italski ST-diplomaturin, Filippo Grandi, fekk starvið.
- Tað er sorgblítt at gevast í politikki, segði Helle Thorning-Schmidt, ið hevur sín seinasta arbeiðsdag á Christiansborg í dag, við TV2 í morgun.