Løgreglan í Noregi fekk ongantíð upplýsingarnar

Løgreglan í Noregi fekk ongantíð upplýsingarnar
Hóast myndugleikarnir í Danmark fingu upplýsingar um eldsbrunan umborð á Scandinavian Star, komu boðini ikki fram til norsku løgregluna
Fyrrverandi kanningarleiðarin, ið kannaði eldsbrunan á Scandinavian Star í 1990, gav donsku myndugleikunum upplýsingar um eldsbrunan. Norska løgreglan fekk kortini ongantíð upplýsingarnar
 
31.03.2016 - 12:16

Danskir myndugleikar hava leingi vitað, at fyrrverandi skipsverkfrøðingurin, Flemming Thue Jensen, hevði upplýsingar í málinum um ferjuna, Scandinavian Star. Men norska løgreglan fekk ikki boðini.

Flemming Thue Jensen segði herfyri, at tað var manningin á ferjuni, sum setti eld á ferjuna. 159 fólk lótu lív í eldsbrunanum umborð á Scandinavian Star í 1990.

SÍ EISINI Fer nú at greiða frá øllum tí, hann veit

Sambært danska blaðnum vóru danska sjóferðslustýrið, løgmálaráðið og ríkisadvokaturin longu fyri hálvumøðrum ári síðani kunnað um, at fyrrverandi skipsverkfrøðingurin hevði upplýsingar um málið og vildi hjálpa við kanningararbeiðnum.

Politiken skrivar, at ríkisadvokaturin í svari til vinnunevndina hjá Fólkatinginum sigur, at ørindini hjá Flemming Thue Jensen vóru av meira yvirskipaðum slagi og at hann eingi ítøkilig prógv hevði.

Tí var eingin orsøk til at venda sær til løgregluna í Oslo. Í 2014 avgjørdi politimeistarin at kanna málið av nýggjum.

SÍ EISINI Norska løgreglan: Upplýsingar nýggjar fyri okkum

Skipsverkfrøðingurin er ovfarin av tí, sum stendur í brævinum, og sigur við Politiken, at hann kom við nýggjum upplýsingum, og at hann í juli 2014 sendi Sjóferðslustýrinum tveir teldupostar.

Tað eydnaðist ikki blaðnum at fáa viðmerking frá danska løgmálaráðharranum, Søren Pind, sum í dag skal á fund um Skandinavian Star-málið.

Samskiftisstjórin hjá ríkisadvokatinum vísir, sambært danska blaðnum Politiken, til skrivliga svarið til vinnunevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375