Ávarar um at skerja tali- og skrivifrælsið

Ávarar um at skerja tali- og skrivifrælsið
Lóggáva er sett í verk ímóti yvirgangi, og tí er óneyðugt at ganga rættindum í grundlógini ov nær, sigur fyrrverandi redaktørur á Jyllandsposten
Mynd: Savnsmynd  
 
02.04.2016 - 14:46


Flemming Rose, ið var redaktørur og setti muhammedstekningarnar í Jyllandspostin í 2005, ávarar ímóti ætlanini hjá donsku stjórnini, at gera útsagnir revsiverdar, ið venda sær ímóti donsku samfelagsskipanini.

Herfyri boðaði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, frá, at stjórnin fer at kanna, um tað við virðing fyri grundlógin og tí hon sigur um trúarfrælsi ber til at gera útsagnir revsiverdar, ið eggja til at undirgrava samfelagið.

Útspælið hjá stjórnini hevur samband við yvirgangin í Evropa og avdúkingar um hatursprædikur í donskum moskum.

Munur á orðum og gerðum

Tali- og skrivifrælsið er knýtt at hugsanum og trúgv - ikki at gerðum - og varð lógartryggjað júst fyri at gera mun á orðum og gerðum, sigur Flemming Rose.

Markið eigur at vera, tá eggjað verður til revsiverdar gerðir, og slíka lógggávu hava vit longu, sigur Flemming Rose og vísir á tiltøkini, ið Fólkatingið hevur sett í verk ímóti yvirgangi.

Tey, sum taka undir við at avmarka tali- og skrivifrælsið, vísa á, at landið er í eini serstakari støðu við hóttanum um yvirgang, samstundis sum innflytingin til Danmarkar er stór. Men Flemming Rose heldur ikki, at tær grundgevingarnar eru nóg góðar.

- Eg eri ikki bláoygdur, eg skilji hóttanina og má liva við henni hvønn einasta dag. Men eg haldi ikki, at hóttanin er størri nú, enn hon hevur verið fyrr, sigur Flemming Rose og vísir á, at eftir seinna heimsbardaga var sama orðaskifti, tá sovjettiska einaræðið setti seg á alt Eysturevropa samstundis sum fleiri politiskir flokkar vestanfyri vildu lata kommunismuna fáa valdið í øllum Evropa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891