Lógarbroyting skundar undir framhaldsdeild í Eysturkommunu

Lógarbroyting skundar undir framhaldsdeild í Eysturkommunu
Ætlanin er, at hádeild skal frameftir vera frá sjeynda flokki, og tað fær avleiðingar fyri skúlasamstarvið millum Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu
Skúlasamstarvið millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu hongur nú aftur í klønum tráð.
 
22.01.2025 - 09:59

- Verða broytingarnar í fólkaskúlalógini samtyktar,  fer Eysturkommuna undir tilgongdina at byggja og skipa egna framhaldsdeild.

Tað sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, nú Barna- og útbúgvingarmálaráðið ætlar, at skiftið frá skúlum, sum ikki hava hádeild, frameftir verður millum 6. og 7. flokk, og ikki millum 7. og 8. flokk sum nú. 

 

Per Martin Gregersen. 

 

So seint sum í november í fjør gjørdu Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna nýggja avtalu um skúlasamstarvið, men tað samstarvið hongur nú aftur í klønum tráð.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22012025_Skulasamstarv

 

Sí eisini: Skiftið til hádeild verður millum 6. og 7. flokk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334