Floghavn latin upp aftur

Floghavn latin upp aftur
Fyrstu flogførini farin á flog í Zavenem floghavnini í Belgia, har tvær bumbur brustu fyri 12 døgum síðan
 
03.04.2016 - 14:08

Ferðafólkini skuldu gjøgnum neyvar trygdarkanningar, áðrenn tey sluppu til fráferðingarhøllina í Zavenem floghavnini í Belgia, sum læt upp aftur í dag.

Mælt verður ferðafólkum í Zavenem floghavnini í Belgia til at møta tríggjar tímar áðrenn fráferð.

Orsøkin er herdu trygdarviðurskiftini við floghavnina, nú hon er latin upp aftur, tólv dagar eftir, at tvær bumbur brustu í fráferðarhøllini. 

Bara fólk við ferðaseðslum sleppa at vera innanfyri 300 metrar úr fráferðuhøllini, skrivar DR.

Fyrstu flogførini síðan yvirgangsatsóknina eru farin á flog, og í morgin eru 20 fráferðir fráboðaðar úr floghavnini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327