Lagt hald á 2,6 kilo av hassji

Lagt hald á 2,6 kilo av hassji
Tollvaldið og løgreglan í Føroyum hava lagt hald á hassj, ið kundi verðið selt fyri í minsta lagi 650.000 krónur
Løgreglan og tollvaldið hava lagt hald á 2,6 kilo av hassji seinastu 10 dagarnar
 
04.04.2016 - 18:12

Seinastu 10 dagarnar hevur tollvaldið saman við løgregluni lagt hald á 2,6 kilo av hassji, ið kundi verðið selt fyri í minsta lagi 650.000 krónur, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.

Páskaaftan klokkan 20:35 bleiv ein 60 ára gamal maður handtikin á flogvøllinum í Vágum, tá hann royndi at smugla tvey kilo av hassji í viðførinum.

Maðurin bleiv páskadag varðhaldsfongslaður til 20. apríl meðan løgreglan ger nærri kanningar í málinum.

Tveir menn handtiknir í morgun

Í morgun klokkan 05:35 bleiv ein 33 ára gamal maður handtikin umborð á Norrönu, tá maðurin royndi at smugla 600 gram av hassji, hann royndi at fjala í viðførinum.

Klokkan 10:30 bleiv ein 22 ára gamal maður handtikin í miðbýnum í Havn. Tað var hann, ið átti hassjið, sum tann 33 ára gamli royndi at fáa í land av Norrönu

Báðir menninir viðgingu seg sekar. Teir vóru tíðliga seinnapartin dømdir tveir mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing hvør í Føroya Rætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120