Fleiri hava áhuga fyri kvotunum

Fleiri hava áhuga fyri kvotunum
Tað tykist vera stórur áhugi at fáa lut í teimum tíggju prosentunum av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum, ið skulu bjóðast út á uppboði
Áhugin fyri at fáa lut í teimum tíggju prosentunum av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum, ið skulu bjóðast út á uppboði, tykist at vera stórur
 
08.04.2016 - 12:52

Tummas Christoffersen, stjóri í felagnum Jókinn, sum hevur trolararnar Fram og Sjagaklett, váttar, at felagið er áhugað og fer at liggja framvið at fáa lut í kvotuni.

Felagið bíðar nú eftir kunngerðini, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at áseta. Tá kunngerðin er lýst, fer felagið at taka endaliga avgerð, um tað loysir seg fíggjarliga at bjóða upp á rættindini, sigur Tummas Christoffersen.

Hava egnað skip til Barentshavið

Tað er eisini væl hugsandi, at frystilínuskipini fara í Barentshavið at royna. Tað sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í felagnum Línuskip.

Línuskipini Klakkur, Kambur, Ågot, Stapin og Eivind eru egnað til fiskiskap í Barentshavinum, og helst er áhugi hjá skipunum at fáa part av kvotuni, sigur hann.

Hálvdan Gudmundsen leggur dent á, at prísurin fyri kilo verður avgerandi, skal tað loysa seg fyri skipini.

SÍ EISINI Reiðari: Arbeiðspláss eru í vanda

Í løtuni fiska Gadus og Sjúrðarberg hjá Hanusi Hansen, Enniberg hjá Mortani Johannesen og Akraberg hjá Annfinni Olsen kvotuna av botnfiski í Barentshavinum. Tað dámar ikki øllum, at partur av kvotuni verður boðin út á uppboði.

Hanus Hansen, stjóri í JFK og reiðari á Gadus og Sjúrðabergi er ikki fegin um lógina. Løgtingið samtykti við triðju viðgerð mikudagin uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um royndaruppboðssølu.

Landsstýrismaðurin hevur við lógini fingið heimild at selja 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild, 20.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum á uppboði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (2:4) - teknmálstulkað
184471
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (1:4) - teknmálstulkað
184468
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422