Hann vil hava gjald á tunlarnar

Hann vil hava gjald á tunlarnar
Stjórin á Landsverki skjýtur upp, at gjald verður lagt á allar tunlarnar. Tað skal fíggja viðlíkahald av undirstøðukervinum í Føroyum
 
03.06.2016 - 08:04

Stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, skjýtur upp, at gjald verður lagt á allar tunlarnar, ið skal fíggja viðlíkahald av undirstøðukervinum, tað eru vegum, brúm og tunlum.

Ewald Kjølbro sigur, at játtanin á fíggjarlógini til viðlíkahald røkkur als ikki, og samlaða eftirsleipið er 375 milliónir krónur.

Tunlarnir væl dýrari at reka enn vegirnir

375 milliónir er hálva níggjundu ferð rakstrarjáttanina, og vit hava upp í sjey ferðir størri eftirsleip enn londini, vit samanbera okkum við.

Ewald Kjølbro sigur í ársfrágreiðingini hjá Landsverki, at tunlar eru í minsta lagi tríggjar ferðir so dýrir at reka sum vanligir vegir.

Varð gjald lagt á allar tunlarnar, og ikki bara undirsjóvartunlarnar, kundi tað verið munandi lægri, enn gjaldið er fyri at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum nú, tí tá høvdu nógv fleiri brúkarar goldið.

Landsverk fær 43 milliónir til viðlíkahald

Ein annar møguleiki er at nýta ein part av skrásetingargjaldinum, vektgjaldinum, mvg og avgjøldum á brennievni til viðlíkahald. Henda upphæddin er 360 milliónir kr. í ár.

Til samanberingar fær Landsverk í ár 43 milliónir at halda vegir, tunlar og brýr fyri. Av hesum fara 10 milliónir til vetrarhald.

Sostatt fara bara 12 prosent av inntøkunum frá bileigarum til at halda undirstøðukervið viðlíka, verður sagt í ársfrágreiðingini hjá Landsverki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974