Muhammad Ali er deyður

Muhammad Ali er deyður
Í morgun andaðist víðagitni nevaleikarin Muhammad Ali á einum sjúkrahúsi í Phoenix, Arizona, 74 ára gamal
 
04.06.2016 - 09:27

Størsta og kendasta røddin innan ítróttarheimin nakrantíð er tagnað. 

Muhammad Ali hevur í 32 ár liðið av sjúkuni Parkinson og varð hósdagin innlagdur, tí hann hevði trupulleikar við andadráttinum. Og í morgun vildi likam hansara ikki meira. 

Ali, ið varð doyptur Cassius Clay, men broytti navnið, tá hann tók við islamskari trúgv og gjørdist muslim, var trífaldur heimsmeistari í tungvekt í nevaleiki. 

Roknaður sum besti nevaleikari nakrantíð

Muhammad Ali, ið vann olympiskt gull á olympisku leikunum í Rom í 1960, gjørdist á fyrsta sinni heimsmeistari, tá hann vann á Sonny Liston í 1964.

Hann gjørdist eisini fyrsti nevaleikari, ið vann heimsmeistaraheitið tríggjar ferðir. Tá hann loksins gavst í 1981, hevði hann vunnið 56 av 61 nevaleikum. 
 
Muhammad Ali stríddist eisini fyri borgararættindunum hjá littum í USA, og sýtti eisini í 1967, mitt í sínum bestu árum sum nevaleikari, at luttaka í Vietnam krígnum. 

Jarðast í heimbýnum

- Eg ætli mær ikki at kríggjast fyri valdsmikla USA og skjóta fátøk fólk. Vietcon er ikki mín fíggindi. Teir hava ongantíð kalla meg negari, segði Ali. Avgerðin gjørdi, at honum varð sýtt at boksa í trý ár. 

Muhammad Ali luttók í nøkrum av størstu nevaleikum í søguni, har tann størsti uttan iva var The Rumble In The Jungle í Zaire, nú Congo, í 1974, tá Ali tók øll á bóli og endurvann heimsmeistaraheitið, tá hann basti George Foreman.

Muhammad Ali verður jarðaður í sínum heimbýi, Luisville í statinum Kentucky, sambært familjuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357