Tølini skulu verða almenn

Tølini skulu verða almenn
Alarar skulu upplýsa alment, hvussu nógvar laksalús eru, og hvussu nógvur heilivágur verður brúktur, ætlar landsstýrismaðurin
Alarar í Føroyum skulu upplýsa, hvussu nógvar laksalús eru, og hvussu nógvan heilivág vinnan brúkar, ætlar landsstýrismaðurin í vinnumálum
 
06.06.2016 - 08:40

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, fer í næstu tingsetu at leggja fram uppskot um at broyta djórasjúkulógina.

Skulu lúsatølini almannakunngerast, krevst greið heimild í djórasjúkulógini, sigur landsstýrismaðurin, sum hevur svarað fyrispurningi um lúsateljingar.

SÍ EISINI Markið fyri laksalús skal lækkast

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, spurdi, hví lúsatølini skulu almannakunngerast. Poul Michelsen svarar, at alarar kunnu betur skipa arbeiðið at tálma laksalúsini, um alarar kenna smittutrýstið frá alibrúkunum í grannalagnum.

Harafturat eru lúsatølini mett at hava áhuga hjá teimum, sum fiska, eisini hjá teimum, sum fiska í áum og vøtnum, og hjá fólki yvirhøvur í Føroyum.

Poul Michelsen sigur harafturat, at ætlanin er at fáa heimild í djórasjúkulógini at krevja, at alarar almannakunngera, hvussu teir viðgera móti laksalús við heilivági.

SÍ EISINI Ongin heilivágur í alilaksinum

Tí tá Bjørn Kalsø spyr, um vit kunnu vænta aðrar broytingar í djórasjúkulógini, svarar Poul Michelsen, at ætlanin er at gera líknandi áseting fyri medisinskar viðgerðir í alibrúkum, og tað við somu grundgeving sum við lúsatølum.

Bjørn Kalsø vildi eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin í alimálum heldur, at tamarhald er á lúsatrupulleikunum í alivinnuni í Føroyum.

Svarið er, at alibrúk, sum hava serliga stórar trupulleikar, fáa álagt at taka laksin og/ella seta út færri smolt næstu ferð. Í desember í fjør vóru meira enn tvær ferðir so nógvar kynsbúnar kvenlýs sum árið fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804