Nógv fleiri rúsevnismál hjá løgregluni

Nógv fleiri rúsevnismál hjá løgregluni
Fráboðanirnar um herverk og stuldur fækka, men løgreglan hevði tvífalt so nógv rúsevnismál í 2015 sum í 2008
 
11.06.2016 - 09:56

Farnu vikuna bórust tíðindini frá løgregluni um, at færri brot á revsilógina vóru meldað enn nakrantíð áður í Føroyum. Tað er serliga kriminalitetur sum herverk og stuldur, sum minni varð av í fjør enn undanfarin ár.

Men um nærri verður hugt at somu tølum sæst, at løgreglan hevði tvær ferðir so nógv rúsevnismál í 2015 sum í 2008. Hagtølini ganga aftur til 2008, tá vóru 55 brot á lógina. Í fjør vóru 107 brot á lógina.

Tað vóru eisni nógv harðskapsmál meldað í fjør. Harðskapsmálini, sum vóru meldað til løgregluna, vóru fleiri enn nakað annað ár, síðani skrásetingarnar byrjaðu í 2008.

Tað vóru lutfalsliga næstan líka nógv harðskapsmál meldað í Føroyum í fjør, sum í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987