Gongur væl í Nes kommunu

Gongur væl í Nes kommunu
Nes kommuna hevði eitt yvirkot í rakstrinum í fjør uppá 6,51 milliónir krónur
 
18.06.2016 - 09:26

Tá eru íløgurnar á knappar 5,5 milliónir krónur taldar við. Tað vísur frágreiðingin um roknskapin fyri í fjør, sum kommunan hevur lagt á heimasíðuna og sent húskunum í kommununi.

Bruttoinntøkurnar frá skatti og øðrum inntøkum vóru 48 milliónir og 143.000 krónur.

Kommunan fekk munandi meira inn í partafelagsskatti, enn mett. Upprunaliga varð mett, at partafelagsskatturin fór at verða áttahundraðtúsund krónur, men tá avtornaði, var hann knappar 2.3 milliónir krónur.

Skattaprosentið í Nes Kommunu í fjør var var eins og undanfarin ár 20,5%.

Fólkatalið í kommununi stóð at kalla í stað í fjør, og var við árslok 1237 fólk. Men higartil í ár er fólkatalið vaksið, tí fyrsta juni í ár búðu 1255 fólk í Nes kommunu, sæst á heimasíðuni hjá kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804