Tryggingartakarar fáa rakstraravlopið

Tryggingartakarar fáa rakstraravlopið
Fakfeløgini ætla sær ikki vinningsbýti frá P/f Lív Holding, sum P/f Fakfelag keypir helvtina av tann 1. september
 
08.07.2016 - 09:51

Í staðin fyri fer rakstraravlopið til teirra, sum hava tryggingar í Lív. Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, sum er størsta fakfelagið í P/f Fakfelag.

Súni Selfoss sigur, at fakfeløgini keypa Lív fyri at tryggja sær beinleiðis ávirkan á hvussu teir nógvu pengarnir, limirnir í feløgunum gjalda til í Lív, verða handfarnir.

SÍ EISINI Fakfeløgini sleppa nú at keypa Lív

Endamálið er ikki at reka forrætning, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Ætlanin er, at leiðslan og starvsfólkini hjá Lív halda fram eftir 1. september, tá eigaraskiftið verður.

Tryggingareftirlitið hevur góðkent, at P/f Fakfelag keypir helvtina av P/f Lív Holding. Hina helvitina fær Ognarfelagið Lív. Smápartafelagið Fakfelag varð stovnað í oktober 2012.

Tilboðið var 35 mió.

17 fakfeløg eru nú í felagnum. Men longu í mars 2012 fóru fakfeløgini undir at keypa helvtina av Lív. Fyrst í mai í 2012 góvu 23 fakfeløg landsstýrinum, sum eigur Lív, eitt tilboð. Tilboðið var 35 milliónir krónur.

14. desember í 2012 undirskrivaðu 18 fakfeløg, sum tá vóru í felagnum Fakfelag, sáttmála við Vinnumálaráðið um at keypa helvtina av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging fyri 35 milliónir krónur.

Men ikki fyrr enn í juni í ár góðkendu Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið keypið. Hóast verri enn so øll fakfeløgini eru í P/f Fakfelag, eru hini, sum hava sínar limir tryggjaðar í Lív, umboðað gjøgnum Ognarfelagið Lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096