Tænastumannakanning gerast fyrst

Tænastumannakanning gerast fyrst
Ein tænastumannakanning má gerast áðrenn ætlanin at siga ein deildarstjóra í Heilsu- og innlendismálaráðnum kann setast í verk
 
29.08.2016 - 08:07

Fólk, sum eru í tænastumannalíknandi starvi, men ikki eru tænastumenn, kunnu sigast úr starvi uttan at tænastumannakanning fyrst er gjørd.

Tað er niðurstøðan hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum, nú Anni á Hædd, deildarstjóri í ráðnum, er flutt í annað starv.

Advokaturin hjá Tænastumannafelagnum og hjá Anni á Hædd gjørdi vart við, tá Anni á Hædd fekk ætlanarskriv um møguliga uppsøgn, at tá hon er sett í tænastumannalíknandi starv, kann hon ikki av aga-grundum sigast úr starvi uttan at tænastumannakanning fyrst er gjørd sambært tænastumannalógini.

SÍ EISINI Sirið-málið fær avleiðingar fyri starvsfólk

Ætlaða uppsøgnin kann tí ikki setast í verk, fyrr enn tænastamannakanning hevur staðfest, at so grovt tænastumisbrot er framt, at tað er grundarlag fyri uppsøgn.

Í Danmark hava fólk í tænastumannalíknandi starvi rætt til tænastumannakanning, fekk Heilsu- og innlendismálaráðið at vita frá advokatinum.

Men eftir at hava kannað bæði føroyskar lógir, kunngerðir og sáttmálar, varð niðurstøðan hjá løgfrøðingi í Heilsu- og innlendismálaráðnum, at ongar reglur eru um slík rættindi hjá fólki, sum eru í tænastumannalíknandi starvi í Føroyum.

SÍ EISINI Aðalstjórin vil einki siga

Løgfrøðingurin spurdi Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, hvat hon helt. Lønardeildin svarar, at í Føroyum kunnu bara tænastumenn, ikki fólk í tænastumannalíknandi starvi, krevja tænastumannakanning. Støðan í Danmark er óviðkomandi, sigur Lønardeildin.

Málið um starvið hjá Anni á Hædd endaði tó fríggjadagin, tá hon og Heilsu- og innlendismálaráðið gjørdu avtalu um, at Anni á Hædd fer úr starvi sínum sum deildarstjóri í starv sum serfrøðingur á Umhvørvisstovuni, sum er stovnur undir Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Har byrjar hon, sambært avtaluni, hósdagin 1. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328