Nú kemur ein nýggj iPhone

Nú kemur ein nýggj iPhone
Enn er ikki heilt greitt, hvørjar broytingar verða í nýggjari telefon hjá Apple. Hinvegin er líkt til, at hon kemur um eina viku
iPhone 7, tann nýggjasta í røðini hjá Apple, kemur mikudagin í næstu viku, eru ábendingar um
 
30.08.2016 - 15:29

Tað hevur leingi verið tosað um nær hon kemur - ein nýggj iPhone. »Okkurt nýtt« verður avdúkað 7. september, boðar Apple nú frá á heimasíðuni.

Sostatt er líkt til, at iPhone 7 verður avdúkað mikudagin í næstu viku. Tíðindafundurin í San Francisco verður eisini stroymaður á heimasíðuni hjá Apple.

Meðan avdúkingin eftir øllum at døma verður um eina viku, byrjar sølan 16. september, skrivar amerikanska blaðið Forbes á netinum.

Óvissa um nýggju tøknina

Enn eru bara gitingar um tøknina í nýggju telefonini. Eygleiðarar vænta, at fyritøkan Apple fer at bíða við teimum stóru broytingunum til í næsta ár.

Gitt verður, at nýggj tøkni avloysir høvuðlurt, myndatólið verður dagført og at siðbundni heim-knøtturin fer at hvørva, skrivar norska Computerworld.

Tann fyrsta iPhone í røðini kom tann 29. juni í 2007. Síðani tá hevur fyritøkan Apple selt til samans umleið 590 milliónir snildfonir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andaktin 2.jóladag
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Hósdag 25. desember
Andaktin 1.jóladag
201981