Henda myndin kann ávirka forsetavalið

Henda myndin kann ávirka forsetavalið
Demokratiska forsetavalevnið í USA, Hillary Clinton, hevur avlýst fleiri valfundir í Kalifornia, tí hon hevur fingið lungnabruna
Myndin av Hillary Clinton, sum í gjár fór stetlandi inn í ein bil, tí hon hevur lungnabruna, kann ávirka forsetavalið í USA 8. november, halda USA-serfrøðingar
Mynd: Twitter  
 
12.09.2016 - 11:35

Clinton var í gjár á einum minningarhaldi at minnast tey, sum doyðu í yvirgangsatsóknini í New York 11. september 2011, men hon noyddist at fara, tí hon gjørdist ússalig.

Myndir frá minningarhaldinum í gjár vísa Clinton fara stetlandi inn í ein bil. Í dag var ætlanin, at 68 ára gamla demokratiska forsetavalevnið skuldi fara til Kalifornia í tveir dagar at hava valfundir.

Tað kemur illa við hjá Hillary Clinton, at hon er vorðin sjúk so stutt undan politisku hólmgongunum við republikanska valevnið, Donald Trump.

Fyrsta hólmgongan verður 26. september. Donald Trump hevur fyrr sagt, at Hillary Clinton hevur ikki nóg góð heilsu at gerast amerikanskur forseti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744