Útbyggingin dýrari enn mett

Útbyggingin dýrari enn mett
Lægstu tilboðini upp á nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum eru 16 prosent dýrari enn fíggjarkarmurin ásetur
Tað fer at kosta meira enn mett at útbyggja Landssjúkrahúsið. Orsøkin er, at tað longu eru nøkur ár síðani, at fíggjarkarmurin varð gjørdur, sigur Landsverk
 
15.09.2016 - 09:47

Tað gongur við rúkandi ferð í byggivinnuni, og tað trýstir eisini prísirnar upp. Lægstu boðini eiga MT Højgaard, Húsavarðartænastan, el.fo og Demich, til samans 318 milliónir krónur.

Lægstu boðini eiga MT Højgaard, Húsavarðartænastan, el.fo og Demich. Tey eru upp á til samans slakar 318 milliónir krónur.

Tilboðini verða nú kannað og ymsir møguleikar vendir, sum væntandi kunnu fáa prísin at samsvara betur við fíggjarkarmin, sigur Landsverk.

Ikki óvæntað

Arne Debes Madsen, leiðari á byggideildini á Landsverki, sigur, at tað eru longu nøkur ár, síðani karmurin varð gjørdur, og tí er tað ikki óvæntað, at tilboðini eru hægri.

Fermetraprisurin er rímiligur, tá borið verður saman við onnur arbeiði, sum eru í gongd í løtuni, og tá hugsað verður um, hvussu marknaðarstøðan er, sigur hann.

Til samans komu 15 tilboð inn til tær fimm arbeiðstøkurnar at útbyggja Landssjúkrahúsið. H-bygningurin fevnir í høvuðsheitum um nýggjan psykiatriskan depil, seingjardeildir, køk og venjingarhøli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723