Steðga nú allari neyðhjálp

Steðga nú allari neyðhjálp
Øll neyðhjálp hjá ST og Reyða Krossi til Sýria er steðgað í stundini eftir álop á eitt bilafylgi við neyðhjálp
Bæði ST og Reyði Krossur hava steðgað allari neyðhjálp til Sýria alt fyri eitt. Henda støða er tikin, eftir at lopið var á eitt bilafylgi við neyðhjálp, sum var á veg til Aleppo í Sýria
Mynd: AP  
 
20.09.2016 - 15:31

Bæði ST og Reyði Krossur hava steðgað allari neyðhjálp til Sýria alt fyri eitt. Henda støða er tikin, eftir at lopið var á eitt bilafylgi við neyðhjálp, sum var á veg til Aleppo í Sýria.

Sambært ST vóru 18 av 31 lastbilum raktir, og fyrstu tíðindini søgdu, at álopið hevði kravt 12 mannalív. Nú sigur Reyði Krossur, at felagsskapurin kann vátta, at eitt sýriskt starvsfólk hevur latið lív.

Greinin heldur fram niðanfyri

Nógv bendir tí á, at álopið hevur kravt færri mannalív enn hildið. Álopið á ST-neyðhjálparfylgið setur spurnatekin við, um Russland hevur vilja til at bjarga vápnahvíldini í Sýria.

Tað siga amerikanskir myndugleikar. Sama um tað var eitt stríðsflogfar úr Sýria ella Russlandi, sum leyp á, eigur Russland at átaka sær skyldina, sigur ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið.

USA umhugsar samstarvið við Russland

Um vikuskiftið bað USA um umbering fyri, at hernaðarsamgongan, sum USA stendur á odda fyri, av misgáum bumbaði eitt sýriskt hernaðarmál. Fleiri enn 60 sýriskir hermenn lótu lív. Men tað kann ikki rættvísgera álopið á eitt neyðhjálparfylgi.

- Vit fara at umhugsa samstarvið við Russland, sigur John Kirby, talsmaður í amerikanska uttanríkisráðnum.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, fer at hitta russiska starvsbróður sín, Sergej Lavrov, í dag. Teir 23 uttanríkisráðharrarnir í altjóða stuðulsbólkinum til frama fyri Sýria viðgera støðuna í Sýria í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki: Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma: Morgun
203725
Hósdag 5. februar
Sophilia: Motormani
203726