- Tíðindi, mentan og ítróttur
Evropa kann ikki verjast móti álopi
Richard Barrons, ið er pensjoneraður herovasti, og sum hevur verið við í NATO-atsóknum í Afganistan og Irak, sigur í samrøðu við Financial Times, at NATO er sera viðbrekið.
- Innanfyri 48 tímar kann Russland, saman við skipum og flogførum, senda inn tíggjutúsundtals hermenn í NATO-øki, meðan tað fer at taka NATO tveir mánaðir at gera tað sama, sigur Barrons.
NATO kann orsaka av hesum missa tamarhaldið bæði í luftini og á landi, áðrenn tey 28 limalondini eru vorðin samd um, hvar tey skulu svara aftur, heldur Richard Barrons.
Vantandi samstarv ger støðuna verri
- Um tú sært yvirlitið yvir styrkina hjá NATO, er hon nógv størri enn hjá Russlandi. Men av tí at meginparturin av henni er "semi-sovandi"-støðu, verður tað ein gluggi við nógvum møguleikum, sigur Barrons sambært The Independent.
Pensjoneraði herovastin, Richard Barrons, sigur, at vantandi samstarv millum fleiri partar í NATO-samgonguni ger støðuna álvarsliga.
- Tá eingin semja er millum norður, miðju og suður, fellur alt niður á lægsta felagsnevnara, og einki hendir, sigur Barrons, ið fór úr starvi sínum sum generalur í bretska herinum fyrr í ár.
Gera eftirlitsstøð í Gotlandi
Mánadagin kom fram, at svenskir myndugleikar hava framskundað sína æltan um at herdeildir skulu hava fasta støð í Gotlandi, tí Svøríki hevur fingið upplýsingar um, at hóttanarstøðan frá Russlandi er økt.
Wilhelm Agrell, professari í fregnartænastuanalysum við lærda háskúlan í Lund, sigur, at okkurt er broytt í svenska fregnartænastumyndini.
- Men vit vita ikki, hvat. Hinvegin síggja vit avleiðingarnar av tí. Púra óvæntað vóru brádliga herdeildir sendar til Gotlands, sigur Agrell.