Føroya banki væntar sær stórt yvirskot

Føroya banki væntar sær stórt yvirskot
Yvirskotið í ár verður millum 210 og 240 milliónir krónur
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
28.01.2025 - 19:44

Føroya banki væntar eitt yvirskot millum 210 og 240 milliónir krónur í ár. 

Tað hevur bankin boðað danska keypsskálanum frá í dag.

Metingin er gjørd, millum annað við tí fyritreyt, at Evropeiski miðbankin lækkar rentustøði við umleið 0,75 prosentstigum. 

Boðað verður eisini frá, at viðurskifti kunnu broyta metta úrslitið, harímillum óvissur um rentubroytingar, vinning av íløgum, niðurskrivingar og geopolitisk viðurskifti. 

Fyri einari viku síðan boðaði bankin frá, at hann væntar úrslitið fyri 2024 fer at vera omanfyri 300 milliónir krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923