Tingmaður: Hjúnabandslógin aftur í tingið

Tingmaður: Hjúnabandslógin aftur í tingið
Jógvan á Lakjuni vil hava alt málið um hjúnabandslógina við teimum broytingum og viðmerkingum, sum danir mæla til at gera, aftur í Løgtingið
Alt málim um hjúnabandslógina heldur Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum, ið fer at seta løgmanni munnligan fyrispurning í Løgtinginum í dag
 
21.09.2016 - 08:07

Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum fer at seta Akseli V. Johannesen, løgmanni, ein munnligan fyrispurning í Løgtinginum í dag.

Jógvan á Lakjuni hevur fingið innlit í málið um hjúnabandslógina. Sambært tí hava løgfrøðingar í Danmark fleiri viðmerkingar og broytingaruppskot til tað, tingið samtykti í vár.

SÍ EISINI DV kjak: Uppskotið um at broyta hjúnabandslógina

Hetta eru viðurskifti og avleiðingar av uppskotinum, sum ikki vórðu umrødd, tá málið varð samtykt í tinginum, sigur Jógvan á Lakjuni í viðmerkingunum til uppskotið.

Tí er neyðugt at koma aftur í tingið við málinum, men úr Føroyum er komin boð um, at málið skal ikki leggjast aftur fyri tingið, sigur Jógvan á Lakjuni.

Viðgjørt í tinginum klokkan 11

Jógvan á Lakjuni sigur eisini, at í fundarfrásagnum á Løgmansskrivstovuni og í Heilsu- og innlendismálaráðnum stendur, at løgmaður møguliga skal tosa við Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, um málið. Hann spyr Aksel V. Johannesen, hvør tað er, sum ikki vil hava málið aftur fyri tingið.

Jógvan á Lakjuni spyr eisini, um tað ikki er andsøgn í, at málið er so hápolitiskt, at løgmaður má viðgera tað við forsætisráðharran, samstundis sum tað er so lítið, at ætlanin er at skerja málið lógartekniskt.

Tað skal gerast til tess at tryggja, at tað ikki kemur aftur í tingið. Munnligir fyrispurningar vera á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329