- Tíðindi, mentan og ítróttur
Professari: Bara spurningur um »nær«
Tað stendur í eini nýggjari frágreiðing, serfrøðingar hava gjørt. Tí mugu londini í Evropa fyrireika seg til tað, sum fer at henda, og tað nyttar lítið at skumpa trupulleikarnar undan sær.
- Næsta kreppan kemur, men um tað verður um seks vikur, seks mánaðir ella seks ár, er ógjørligt at siga, sigur professarin í politiskum búskapi í Berlin, Henrik Enderlein, sum hevur verið við til at gera frágreiðingina.
Enderlein hevur gjørt frágreiðingina saman við fyrrverandi italska forsætisráðharranum, Enrico Letta. Saman við teimum eru fleiri kendir búskaparfrøðingar, teirra millum fyrrverandi stjórin í heimshandilsfelagskapinum, WTO, Pascal Lamy.
1800 milliardir í kreppugrunn
Teir mæla til at skipa ein fyrstuhjálparkassa, sum skal vera tøkur, tá fíggjarliga ódnarveðrið brestur á aftur. Teir mæla til at seta 1800 milliardir krónur í kreppugrunnin hjá europeiska miðbankanum.
Øll ES-londini mugu bera sín part av pengunum, mæla teir til. Og grunnurin skal vera klárur at taka um endan, so skjótt sum kreppan vísir seg.
Samstundis mæla teir til, at ES hevur strangari eftirlit við fíggjarlógunum hjá londunum, sum eru við í evrusamstarvinum, og bankarnir mugu styrkjast.
Nú má táttast í
Nú hava ringastu brotasjógvarnir eftir fíggjarkreppuna lagt seg, og tí er tíðin komin at fyrireika seg til næstu kreppuna, vísir Letta á.
Tað ringasta sum er, er at tað vísir seg, at europeisku stjórnarleiðararnir lata standa til, og vilja bíða til kreppan kemur, sigur hann.
- Eg beri ótta fyri, at einki hendir fyrr enn eftir valið í Týsklandi næsta heyst, sigur Enrico Letta, fyrrverandi forsætisráðharri í Italia.
ES-peningastovnar undir trýsti
Enrico Letta sigur seg síggja nógv myrk skýggj í havsbrúnni, tí fíggjarliga gongdin í Grikkalandi er framvegis vánalig, og nógvir av stóru peningastovnunum í ES eru undir stórum trýsti.
Tá fíggjarkreppan byrjaði seinast, var tað europeiski miðbankin sum tók um endan, men stóri spurningurin er, um hann er førur fyri at gera tað einaferð aftrat, sigur Enderlein. Størsta hóttanin er, um fólk halda, at eitt land fer úr evrusamstarvinum.
Tá velja tey at taka pengarnar úr bankunum og seta teir í bankar í øðrum londum. Tað kann gera enda á peningastovnunum, sigur Henrik Enderlein, professari í politiskum búskapi.