Ikki undirtøka fyri hitaloysn

bannari
Ikki undirtøka fyri hitaloysn
Eingin av pørtunum, ið varð settur at gera eina felags hitaloysn, so Glasir verður hitaður við bæði jarðhita og fjarhita, tekur undir við hesi loysn
 
06.10.2016 - 16:12

Teimum varð álagt at finna eina semju. Tað gjørdu partarnar, men teir taka ikki undir við semjuni. Tað siga Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen, sum umboða andstøðuna í fíggjarnevndini.

Teir taka ikki undir við at uppskotinum frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um at broyta lógina um Marknagilsdepilin, og mæla tinginum frá at samtykkja broytingina.

Mett at kosta 13,4 mió.

Sambært upprunaliga uppskotinum frá landsstýriskvinnuni skuldi Glasir hitast við jarðhita, og tað varð mett at kosta 13,4 milliónir krónur.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, bað tí tingið um at hækka upphæddina í verklagslógini fyri Glasir úr 515 milliónum upp í 528,4 milliónir kr.

Tá uppskotið hevði fingið fyrstu viðgerð í tinginum og var farið í fíggjarnevndina, kom fram, at Fjarhitafelagið eisini segði seg kunna veita eina umhvørvisliga orkuloysn.

SÍ EISINI Arbeiða víðari við orkuloysn

Rigmor Dam bað síðani partarnar um semjast, og tað endaði við, at Glasir bæði skal hitast við jarðhita og fjarhita. Henda loysnin verður mett at kosta átta milliónir krónur og ikki 13,4 milliónir, sum Rigmor Dam bað tingið um.

Samgonguumboðini í fíggjarnevndini, Ruth Vang, Helena Dam á Neystabø, Kristin Michelsen og Pauli Trond Petersen, taka undir við broytingini.

Tey mæla til, at upphæddin í verklagslógini 523 milliónir krónur, 5,4 milliónir minni enn upprunaliga uppskotið. Fíggjarnevndin hevur lagt álit fram, og tingið fer at atkvøða í málinum í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025