Mótmæla ætlaðum broytingum

Mótmæla ætlaðum broytingum
Tórshavnar kommuna heitir á Strandfaraskip Landsins um at endurskoða broytingarnar, ætlanin er at gera í ferðaætlanini á rutuni til og frá Hesti
 
25.10.2016 - 08:38

Áheitanin, sum er skrivað undir yvirskriftini "mótmæli", er send bæði Strandferðsluni og Henriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum.

Í áheitanini, sum er undirskrivað av øllum býráðslimunum í Tórshavnar kommunu, stendur, at ætlaðu broytingarnar í samferðsluni millum Gomlu Rætt og Hest fara at skjóta oyggina mong ár aftur í tíðina, og tað fer ikki longur at bera til hjá fólki í Hesti at arbeiða og ganga í skúla aðrastaðni.

- Gundarlagið fyri menning í Hesti verður við hesum púrasta burtur, stendur í mótmælisskrivinum, har tað eisini stendur, at broytingin fer ikki bara at skerja túratalið, men kann eisini avtofta bygdina.

Tórshavnar kommuna biður tí Strandfaraskip landsins um at endurskoða broytingarnar, sum eru fráboðaðar á rutuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860