Trump: Meiningakanningarnar eru falskar

Trump: Meiningakanningarnar eru falskar
Allar meiningakanningar, har Donald Trump er aftanfyri Hillary Clinton, eru ósannar, heldur Donald Trump, forsetavalevni hjá republikanarunum
Meiningakanningarnar, har Hillary Clinton er frammanfyri, eru ósannar og villeiðandi, sigur Donald Trump, forsetavalevni hjá republikanarunum
 
25.10.2016 - 11:12

Donald Trump, forsetavalevni hjá republikanarunum, hevur bjóðað vælkendu fjølmiðlunum í USA av við egnari sjónvarpssending á Facebook.

Tað ger Trump samstundis, sum hann sigur, at allar meiningakanningar, har hann er aftanfyri Hillary Clinton hjá demokratunum, ikki eru eftirfarandi.

- Fjølmiðlarnir eru ikki bara ímóti mær, teir eru eisini ímóti tykkum, segði Donald Trump við mannfjøldina á veljarafundi í Florida mánadagin.

SÍ EISINI Óvist um hann fer at góðtaka valúrslitið

Hillary Clinton fær 49 prosent av atkvøðunum og Donald Trump fær 44 prosent. Tað vísir nýggjasta meiningakanningin, sum er gjørd fyri sjónvarpsrásina, CNN.

Meiningakanningin fellur tó ikki í góða jørð hjá Trump. Meiningakanningarnar, har Hillary Clinton er frammanfyri, eru villeiðandi og ikki sannar, sigur Donald Trump.

Trump vísti á veljarafundinum í Florida hinvegin til aðrar meiningakanningar, har hann er tvey prosentstig frammanfyri, sum sannar. Hann avskrivar allar aðrar meiningakanningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444