- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flokkarnir somu støðu

Teir siga, at nevndarviðgerðin hevur ikki givið meirilutanum høvi at broyta hugsan. Tvørturímóti er sannføringin styrkt, og meirilutin mælir Løgtinginum til at atkvøða fyri broytingaruppskotinum, sum samgonguflokkarnir løgdu fram við triðju viðgerð.
Broytingaruppskotið snýr seg um uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum danskar og føroyskar myndugleikar í sambandi við váðaráðið.
SÍ EISINI - Hon helt upplýsingum aftur
Danskir myndugleikar hava eisini skotið upp at broyta donsku lógina um fíggjarligt virksemi soleiðis, at landsbankin kann heinta upplýsingar beinleiðis frá føroysku peningastovnunum.
Kristina Háfoss, landstýriskvinna, hevði fund við danska ráðharran í vinnu- og vakstrarmálum 25. oktober. Hon hevur upplýst fyri Fíggjarnevndini, at á fundinum við danska ráðharran varð aftur staðfest, at semja er um myndugleikabýtið.
SÍ EISINI Vísir atfinningum aftur
Samgonguflokkarnir siga í nýggja álitinum, at við landsbankanum og váðaráðnum fáa føroyskir myndugleikar betri innlit, styrkta ráðgeving um fíggjarlig viðurskifti og tryggari ávaringarskipan, tá ið ræður um fíggjarligar váðar.
Andstøðuumboðini í Fíggjarnevndini mæla frá at samtykkja uppskotið. Tey siga, at samgongan hevur løgnan skund at trýsta málið ígjøgnum uttan at geva Løgtinginum neyðuga tíð til at viðgera tað.
Andstøðan sigur, at tað er vanvirðing og sera ófrættakent í tólvta tíma, beint undan triðju viðgerð, at leggja fram uppskot um heilt nýggjar lógargreinar at taka støðu til.
SÍ EISINI Fíggjarnevndin viðger landsbanka og váðaráð
Minnilutin sigur eisini, at arbeiðsskjalið hjá landsstýriskvinnuni i fíggjarmálum og danska vinnu- og vakstrarmálaráðharranum slapp ikki at verða viðgjørt, tí landsstýriskvinnan hevur hildið tað dult fyri tinginum. Skjalið er nú til taks á heimasíðuni hjá Løgtinginum sum nevndarskjal.
Andstøðuflokkarnir í Fíggjarnevndini siga, at teir fingu ongan veruligan møguleika at seta spurningar og fáa svar, áðrenn samgongan enn einaferð skundar málið gjøgnum tingið, og teir mæla Løgtinginum frá at samtykkja tað.
Málið kemur til nýggja triðju viðgerð í tinginum 15. november. Bara ein tingfundur verður hesa vikuna. Hann verður fríggjadagin, og tá er framløga á skránni. Tá er seinasta freist at leggja fram lógaruppskot, sum skulu koma í gildi 1. januar.


























