Túsundtals flóttafólk bjargað í Miðjarðarhavinum

Túsundtals flóttafólk bjargað í Miðjarðarhavinum
Bara leygardagin bjargaðu italska sjóverjan og onnur bjargingarlið fleiri enn 2.000 flóttafólkum í Miðjarðarhavinum. Hundraðtals onnur druknaðu
Túsundtals flóttafólk eru um vikuskiftið bjargað útfyri Libya, 240 onnur hava latið lív
 
06.11.2016 - 16:08

Italska sjóverjan og onnur bjargingarlið bjargaðu leygardagin fleiri enn 2.100 flóttafólkum í Miðjarðarhavinum, upplýsir tíðindastovan, Ritzau.

Meðan túsundtals flóttafólk um vikuskiftið vórðu bjargað, vóru tað eisini hundraðtals onnur flóttafólk, sum ikki vóru líka heppin.

Bara eftir tveimum samdøgrum hava 240 flóttafólk latið lív havinum útfyri Libya, sigur IOM, Altjóða felagsskapurin fyri flyting hjá Sameindu tjóðum.

Hartar evropeisku londini

Nógv fleiri flóttafólk kundi verðið bjargað, um evropeisku londini tóku ímóti fleiri flóttafólkum, sigur Filippo Grandi, flóttafólkahákommisserur hjá ST.

- Miðjarðarhavið er lívshættisligt fyri flóttafólk, men tey hava ongan annan møguleika, sigur Filippo Grandi í kjalarvørrinum á hendingunum síðstu dagarnar.

Ongantíð áður hava so nógv flóttafólk og migrantar latið lív í ferðini tvørtur um Miðjarðarhavið sum í 2016. Higartil í ár eru umleið 4.200 fólk deyð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155