Fleiri á val í Vestmanna

bannari
Fleiri á val í Vestmanna
Valluttøkan higartil er á góðari leið fleiri staðni runt landið.
vestmenningar velja í ítróttarhøllini
Mynd: Brynhild Thomsen  
 
08.11.2016 - 14:44

Vallutøkan higartil er hægri  enn við undanfarna kommunuval í fleiri kommunum, sum Kringvarpið fylgir. Vestmanna kommuna er ein av teimum kommununum. 

235 fólk høvdu verið á vali í Vestmanna, tá klokkan var 14.40. Á leið 10 veljarar meira enn sama tíðarskeið við seinasta val, tá var 78,4 prosent.

Ein frágreiðing kann vera, at fólkatalið er hækkað síðani seinasta kommunuval og tí eru fleiri, sum hava valrætt enn seinast. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053