Nýggj stjórn í eygsjón

Nýggj stjórn í eygsjón
Danir fáa nýggja stjórn um eina viku, gongur tað sum Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, vil
Gongur tað, sum Lars Løkke Rasmussen vil, fáa danir nýggja stjórn um eina viku
 
21.11.2016 - 11:21

Danski forsætisráðharrin fer at samráðast við Liberal Alliance nú fyrrapartin og Konservativa flokkin klokkan hálvgum eitt í dag.

Nýggja stjórnin fer helst at leggja seg eftir lægri vøkstri í almenna geiranum og herdum krøvum til útlendingar, sum vilja til Danmarkar.

Gjalda meira til verjupolitikk

Eisini fara fólkini í Teimum konservativu at krevja, at Danmark setur meira av til verjupolitikk enn landið ger í løtuni.

Danmark skal rinda 19 milliardir krónur meira til NATO fyri at røkka kravinum um tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, skrivar Politiken í dag.

Anders Samuelsen, sum er formaður í Liberal Alliance, verður helst noyddur at víkja frá sínum kravi um skattlætta til tey, ið vinna mest, vænta danskir miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744