Kanna hví læknavaktin ikki svaraði

Kanna hví læknavaktin ikki svaraði
Heilsutrygd kannar nú, hví eingin svaraði á 1870, tá ein maður uttan íhald í ein tíma royndi at fáa samband við læknan á vaktini
Heilsutrygd vil nú hava greiðu á, hví 1870 ikki svaraði, tá ein maður royndi at fáa fatur á læknavaktini
 
02.12.2016 - 10:08

Heilsutrygd er farin at kanna, hvussu tað bar til, at Jens Mortan Rasmussen ikki fekk læknavaktina á Landssjúkrahúsinum at svara, hóast hann ringdi til nummar 1870 í næstan ein tíma. 

Tað sigur John D. Olsen, fulltrúi á Heilsutrygd, sum umsitur kommunulæknaskipanina og sostatt eisini læknavaktina á Landssjúkrahúsinum.

Fyrsta fráboðanin um trupulleika

Verandi telefonskipanin hjá læknavaktini varð sett í verk fyri einum ári síðani, og hetta er fyrstu ferð, at Heilsutrygd hevur fingið boð um, at fólk eru tveitt aftur og fram í skipanini, uttan at nakar tekur telefonina.

John D. Olsen vildi ikki gera samrøðu um málið hósdagin, tí hann hevur ikki havt møguleikar til at kanna viðurskiftini, sum Jens Mortan Rasmussen nevndi. Men tað ætlar hann at gera í dag.

Jens Mortan Rasmussen kom í eina trupla støðu, tá mamma hansara datt og meiddi seg, tá tey vórðu og hugdu at jólabýnum í Æðuvík.

SÍ EISINI Ringdi 1870: Læknavaktin í Havn svaraði ikki

Jens Mortan Rasmussen ringdi til læknavaktina á Landssjúkrahúsinum, men eingin svaraði telefonini, segði hann við útvarpið í gjár.

Ístaðin fyri at halda leiðina fram til Havnar, tá hann kortini ikki fekk fatur á læknavaktini, gjørdi Jens Mortan Rasmussen av at koyra til Klaksvíkar Sjúkrahús ístaðin, og tað var ein røtt avgerð, sigur hann.

Heilsutrygd hevur lovað útvarpinum, at tey fara at gera viðmerkingar til málið í dag, fríggjadag, tá málið er kannað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
TEMAPLÁTAN: 'Centerfield', John Fogerty, 1985
204756
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735