Landssjúkrahúsið fær meira pening

Landssjúkrahúsið fær meira pening
Sjúklingar og starvsfólk á Landssjúkrahúsinum kunnu anda lættari - í øllum førum fyribils. 16 milliónir krónur skulu ikki sparast beint nú hóast alt
Spariknívarnir á Landssjúkrahúsinum skulu ikki hvessast so væl, sum útlit annars vóru til fyri nøkrum vikum síðani
 
08.12.2016 - 13:24

Landssjúkrahúsið fær 14,2 milliónir krónur afturat næsta ár, sambært broytingunum, landsstýrið vil hava Fíggjarnevndina at gera í uppskotinum hjá landsstýrinum um fíggjarlóg fyri 2017.

Víst varð á, at við teirri játtan, sum nú er í fíggjarlógaruppskotinum, fór Landssjúkrahúsið at hava 16 milliónir krónur ov lítið næsta ár.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, er nøgd við loysnina, sum nú er funnin. Tað sigur hon í samrøðu við útvarpið.

Peningur fluttur innanhýsis

- Pengarnir eru funnir við eini samansettari loysn. Nýggir pengar eru settir til, og nakrar umraðfestingar og flytingar eru gjørdar.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, við útvarpið. Tað fara ikki at resta pengar í aðra staðni, hóast peningur er fluttur millum kontoir.

SÍ EISINI Sjúklingar merkja kanska spariknívin

- Tað skuldi tað ikki gjørt. Út frá teimum metingum, sum eru gjørdar, verður hildið, at flytingarnar eru ráðiligar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Tað er ikki bara Landssjúkrahúsið, sum fær meira pening at arbeiða við í 2017. Suðuroyar sjúkrahús fær 500.000 krónur afturat til raksturin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. januar
RagnarRokk: Toumas Hirvonen um Icemelter
202428
Fríggjadag 9. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Tunghoyrt
202426
Fríggjadag 9. januar
Morgunlestur fríggjadagur 9.januar 2025
202091
Hósdag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
202371
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324