Fleiri deyð, 30 saknað

Fleiri deyð, 30 saknað
Leitað verður í løtuni eftir 30 fólkum, eftir at eitt skalvalop rakti eitt hotel í Miðitalia. Myndugleikarnir vita ikki, hvussu nógv fólk eru deyð
Enn er ikki greitt, hvussu nógv fólk eru deyð eftir at skalvalop rakti eitt hotell í Miðitalia
Mynd: RAI24  
 
19.01.2017 - 09:22

Skalvalopið rakti eitt hotel í italska býnum Farindola, ið liggur í Abruzzo-landslutinum í Miðitalia, skriva útlendskir miðlar.

Sambært italskum miðlum, er hotelli undir í kava, og partvíst rapað, sigur DR. Skalvalopið hendi eftir at jarðskjálvti hevði verið í gjár, mikudagin.

Greinin heldur fram niðanfyri

Í løtuni vita myndugleikarnir í Miðitalia ikki heilt neyvt, hvussu nógv fólk vóru á hotellinum, tá tað varð rakt av skalvalopinum. 30 fólk eru fyribils saknað.

Støðan kundi tó verið munandi verri, og enn fleiri fólk kundu verið deyð og saknað, um skalvalopið hendi um vikukiftið, tá nógv fleiri fólk vóru á hotellinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744