Hendan er á veg út

Hendan er á veg út
Er tað langt síðani, at tú brúkti eina fastnettelefon? Alsamt færri føroyingar hava fastnettelefon, vísa nýggjastu tølini
Færri og færri føroyingar hava nú fastnettelefon, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni
 
29.01.2017 - 14:56

Er tað longri og longri ímillum, at tú brúkar fastnettelefon, tá tú tosar í telefon? Hyggja vit at hagtølunum, so skuldi svarið hjá tær verið "ja."

Sí útgreinaðan grafikk niðanfyri

Talið á føroyingum, sum framvegis hava fastnettelefon við hús, er tað lægsta nakrantíð, so langt aftur tøl hjá Hagstovu Føroya røkka.

Síðstu árini er talið minkað støðugt. Í 1990 høvdu 22.376 húski í Føroyum eina fastnettelefon við hús, í 2015 var talið komið niður á 16.292.

Minkingin tey 25 árini var 27,2 prosentstig. Bara frá 2014-2015 vóru umleið 1.000 færri hústelefonir heima hjá fólki í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni.

Kelda: Hagstova Føroya

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098