- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý fáa starvsløn í eitt ár
Trý fáa starvsløn í eitt ár
Ein rithøvundur, ein tónleikari og ein myndlistakvinna fáa starvsløn í eitt ár frá Mentanargrunni Landsins

Sissal Kampmann, rithøvundur, fær starvsløn í 12 mánaðir frá Mentanargrunninum. Tvey onnur fáa eisini starvsløn í eitt ár
07.03.2017 - 10:01
Trý listafólk hava fingið starvsløn í eitt ár frá Mentanargrunninum. Tey eru Sissal Kampmann, rithøvundur, Teitur Lassen, tónleikari, og Silja Strøm, myndlistakvinna.
Fýra fólk fingu starvsløn í hálvt ár. Tey eru Guðrið Poulsen, sum fæst við leirlist, Jens L.Thomsen, tónaskald, Randi Samsonsen, sum fæst við tekstillist, og Bárður Oskarsson, myndarithøvundur.
Mentanargrunnurin fekk óvanligar nógvar umsóknir í ár, 146.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























