Seyðurin tryggingarfeløgunum dýrur

Seyðurin tryggingarfeløgunum dýrur
Tað, sum farið er av hesari øldini, hava tryggingarfeløgini rindað útivið 40 milliónir krónur fyri skaðar, ið seyður hevur verið atvoldin til
Tey bæði føroysku tryggingarfeløgini hava goldið umleið 40 milliónir fyri skaðar, sum seyður er atvold til, síðstu 16 árini
 
28.03.2017 - 10:18

Síðani 2001 hevur seyður verið atvold til 2.386 skaðar hjá Betri trygging, og skaðarnir hava kostað góðar 27 milliónir krónur. Tað vísir ein uppgerð hjá felagnum.

Av tí at tað í eini skaðahending, har seyður verður yvirkoyrdur, javnan kemur fyri, at fleiri einstakir skaðar verða skrásettir, eru hendingarnar færri enn skaðarnir, og tí ber ikki til at siga, at eins nógvir seyðir eru yvirkoyrdir, sum skaðarnir eru.

Útreiðslurnar av skaðunum eru ymiskar frá ári til ár, men hava síðani í 2001 ligið millum áleið tvær milliónir krónur og 500.000 krónur um árið.

Takast við ávísum fyrivarni

Betri trygging sigur, at tølini mugu takast við fyrivarni, tí helst eru nakrir skaðar taldir við, sum hava við seyð at gera, men einki við ferðslu at gera. Men útreiðslurnar hava verið góðar 27 milliónir krónur síðani í 2001.

Tryggingarfelagið Trygd hevur eisini havt stórar útreiðslur av skaðum, har seyður hevur verið atvoldin. Síðani felagið byrjaði sítt virksemi aftur í 1998, hevur Trygd rindað meira enn 10 milliónir krónur fyri skaðar, sum seyður hevur verið atvoldin til.

Talan er um millum 30 og 70 skaðar um árið, upplýsir Trygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097