Kvotaskipan krevur meir eftirlit

Kvotaskipan krevur meir eftirlit
Ingolf S. Olsen úr Tjóðveldi finnist at, at játtanin til Fiskiveiðueftirlitið ikki hækkar
Um farið verður til eina kvotaskipan, má eftirlitið herðast fyri at fyribyrgja útblaking
 
08.04.2017 - 14:07

Verður farið til eina kvotaskipan - sum tað verður lagt upp til í uppskotinum um fiskivinnunýskipan - er neyðugt, at meir pengar verða játtaðir til Fiskiveiðueftirlitið.  

Tað sigur Ingolf S. Olsen, tingmaður úr Tjóðveldi. 

Tá Løgtingið í farnu viku viðgjørdi fíggjarkarmarnar fast hann at, at játtanin til Fiskiveiðueftirlitið ikki hækkar.

- Verður farið til eina kvotaskipan, verður heilt givið brúk fyri meir einum nógv betri eftirliti á sjónum, tí vit kenna alt til atfinningarnar, sum hava verið um útblaking og annað, tá mann hevur kvotur, sigur Ingolf S. Olsen.

Tí verður neyðugt við fleiri pengum til eftirlitið, sigur Ingolf S. Olsen, tingmaður:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952