Mælir til hóvsemi

Mælir til hóvsemi
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, mælir fakfeløgunum til at sýna hógv, tá lønarsamráðingar verða seinni í ár
 
04.05.2017 - 10:07

- Tá búskaparligan støðan er so góð, sum hon er nú, mugu vit sjálvandi rokna við, at fakfeløgini koma við herdum krøvum, sigur Kristina Háfoss, við heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum, sum hevur tema um búskaparvøksturin í landinum.

- Men eg fari at mæla teimum til at hugsa um framtíðina hjá samfelagnum, áðrenn tey biðja um stóra lønarhækking, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, við felagið.

Seinastu árini hava myndugleikarnir roynt at halda aftur, so lønarútreiðslurnar ikki vaksa so nógv, men fakfeløgini halda, at tað merkir, at ikki øll fáa ágóðan av búskaparligu framgongdini í samfelagnum.

Kunnu missa meira enn vinna

Bruttotjóðarúrtøkan er sambært framroknaðum tølkum hjá Hagstovuni meira enn tvífaldað síðani 2008, úr 8,5 milliardum upp í umleið 18 milliardum, og fer sambært metingini upp um 20 milliardir krónur næsta ár, sigur Starvsmannafelagið.

Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum halda, at eisini tey í almennum starvi eiga at fáa lut í búskaparligu framgongdini. Kristina Háfoss sigur, at vit noyðast altíð at spyrja, um samfelagið hevur ráð til eina ógvisliga lønarhækking.

- Hevur tað ikki størri týdning, at vit halda fast við vælferðarsamfelagið, sum vit kenna í dag, við teimum tænastum, vit hava. Hækkar lønin ov nógv, er ikki vist, at vit megna at varðveita tænastustigið, og so er meira mist enn vunnið, sigur hon við heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592